Virkistreytir

Um einki annað er avtalað, eru niðanfyristandandi virkistreytir galdandi fyri øll mál, sum sakførarin, Majken Johansen, umboðar.

Sakføraravirkið bjóðar sakføraraarbeiði samsvarandi við sakføraraetisku reglunum og tær lógir, ið sakføraraarbeiðið er umfatað av.

Tá vit taka ímóti málinum

Tá vit taka ímóti einum máli, kanna vit, at eingin inhabilitetur ella áhugamálsstríð er. Meta vit, at áhugamálsstríð ella inhabilitetur er, kunnu vit vísa til ein annan sakførara.

Sakføraravirkið er umfatað av “lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af penge”. Hetta hevur við sær, at vit eru bundin av at biðja um persónsupplýsingar frá viðskiftafólkum okkara og hava hesar í varðveitslu.

Samsýning

Tá virkið viðger eitt mál, skal virkið upplýsa ta mettu samlaðu samsýningina og tímasatsin fyri uppgávuna. Samsýning okkara verður ásett grundað á ta samlaðu tíðina, ið er nýtt, hvussu umfatandi uppgávan og sakføraraábyrgdin er og búskaparliga virðið á uppgávuni. Um tað er møguligt, verður málið avroknað so hvørt

Málsumfataðar útreiðslur og útlegg skal kundin gjalda so hvørt. Sakføraravirkið kan krevja eina a conto samsýning.

Allur klientpeningur, sum virkið hevur í varðveiðslu vegna viðskiftafólk, verður handfarin sambært reglunum hjá Advokatsamfundet viðvíkjandi klientkonto, og teir verða settir á serstaka konto.

Konto hjá sakføraravirkinum er í Danske Bank,

reg.nr. 4180, konto 10001471.

IBAN 05 3000 0010001471

Klientkonto er:

reg.nr. 4180, konto 3330403713

IBAN 43 3000 3330 4037 13

Tagnarskylda

Øll starvsfólk i sakføraravirkinum eru áløgd tagnarskyldu uttan tíðaravmarking. Einhvør upplýsing, sum sakføraravirkið móttekur í samband við eitt mál, verður viðgjørd í trúnaði.

Ábyrgd

Sakføraravirkið hevur lógarbundna trygging í HDI Danmark.

Ráðgevingin hjá sakføraravirkinum verður útvegað til eitt ávíst mál. Sakføraravirkið heftir ikki, um ráðgevingin verður nýtt til eitt annað mál, uttan virkið gevur greiða og skilliga samtykt.

Sakføraravirkið hevur einans ábyrgd av viðskiftafólkinum og fyri ta ráðgeving, ið verður útvegað í samband við eitt ávíst mál.

Varðveiðslu av mál og upphavsrættindi

Sakføraravirkið hevur øll skjøl í varðveiðslu í minsta lagi 5 ár eftir, at málið er at enda komið. Frumrit verða útvegað til viðskiftafólkið, tá málið er liðugt.

Viðskiftafólkið hevur rætt til at nýta tað skrivliga tilfarið, sum sakføraravirkið ger í samband við eitt ávíst mál, men sakføraravirkið eigur upphavsrættindini og onnur immateriel rættindini til tilfarið.

Limaskapur í Advokatsamfundet

Majken Johansen, sakførari, er limur í Advokatsamfundet.

Allir sakførarir í skrivstovufelagsskapinum eru tilnevndir av danska løgmálaráðnum.

Sakføraravirkið er bundið av klagureglunum hjá Advokatrådet.

Dátaeftirlit

Til ber at klaga yvir mína viðgerð av dáta til:

Datatilsynet

Borgergade 28, 5.

DK-1300 Keypmannahavn K

Tlf. 33 19 32 00